2018-09-07 20:14
MRCC-støðin fekk í morgun fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupulleikar og mist streymin suður úr Suðuroynni.
Tað skrivar heimasíðan jn.fo í dag.
Danska verjuskipið Hvidbjørnen var boðsent, men hevði trupulleikar at finna bátin. Bjargingartyrlan varð send at leita, og fann útróðrarbátin í øllum førum.
Ein maður var í bátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald