2020-01-13 09:24
Í gjár var eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Skipanes. Tveir bilar stoyttu saman, og trý fólk vórðu flutt á sjúkrahús. Ein av persónunum mátti klippast leysur. Ferðslan var tarnað í áleið ein tíma.
Um tíggju-tíðina fór ein bilur av vegnum sunnanfyri hósvík. Tað var ein hvirla, ið tók hann, og bilurin endaði á takinum. Fólkini, ein vaksin og tvey ung, sluppu sjálvi út. Tann vaksni fekk so boða frá, og tríggir sjúkrabilar komu á staðið. Vakthavandi upplýsir, at í slíkum førum verður ein sjúkrabilur sendi til hvønn persón.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald