Innanlands

Hvítanes fekk hjálp frá Brimli

Tað var farmaskipið Hvítanes hjá Smyril Line, sum í gjárkvøldið sigldi á eitthvørt

Hvítanes (Mynd: Smyril Line)

Hvítanes (Mynd: Smyril Line)

2019-05-14 09:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Farmaskipið Hvítanes hjá Smyril Line var so óheppið í gjárkvøldið, at tað rendi á eitthvørt og fekk hol á skrokkin.

Av MRCC støðini siga tey, at Hvítanes ikki var norðanfyri Føroyar, sum portal.fo skrivaði fyrr í morgun, men at skipið var statt útfyri Gøtunes.

MRCC-støðin fekk boðini um kl. 22:29, tá Hvítanes ringdi á støðina. Boð vórðu send til Brimil, sum lá á Kollafirði, um at fara norð at veita hjálp.

Tað tók eina løtu hjá Brimli at koma fram, har hjálpt var til at seta sperru um skipið, tá teir vóru komnir á Fuglafjørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder