
Reyði Krossur Føroya sóknast nú eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2020. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Ársins fyrstuhjálpari fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Betri letur.
Uppskot skulu sendast til Reyða Kross Føroya í seinasta lagi 20. januar 2021. Hetta kann gerast umvegis heimasíðuna hjá Reyða Krossi, teldupost ella umvegis vanligan post, boðar felagsskapurin frá.
Ársins Fyrstihjálpari 2020 verður avdúkaður mikudagin 3. februar hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald