Innanlands

Hvør skal umboða Føroyar í Creative Business Cup?

23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar

2018-06-28 21:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú sleppa føroyskir íverksetarar aftur at royna seg. Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða Creative Business Cup kappingini, ið verður í Keypmannahavn í november.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.   

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.

Øll sum hava eina nýskapandi íverksetarafyritøku, kunnu melda seg til, við at senda ein teldupost til [email protected] har eitt tilmeldingarskjal verður útflýggjað. Seinasta freist at melda til er 25. juli, og eitt panel velur út fimm fyritøkur, sum sleppa við í føroysku finaluna í Kongshøll, at leggja fram fyri einum royndum dómarapaneli. Vinnarin sleppur síðani víðari til altjóða finaluna í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder