Syrgiliga hendingin við Naddoddi í Noreg hevur kravt eitt mannalív. Norskir miðlar skriva í morgun, at bjargingarátakið sum byrjaði í gjárkvøldið nú er av, og at tað nú er broytt til leiting.
- Bjargingarátakið við Stad er av. Vánaligu veðurlíkidnini, samstundis sum at tíðin er gingin gera, at átakið fer yvir í at leiting eftir druknaðum persóni. Bjargingarskipið KV Bergen er framvegis í økinum og bjargingarsentralurin LRS Vest samskipar arbeiðið, skrivar HRS á X í morgun.
Løgreglan upplýsir fyri NRK, at talan er um eina amerikanska kvinnu í tjúgunum, sum er saknað.
Opni, føroyski seksæringurin Naddoddur legði frá landi á Tvøroyri leygardagin klokkan 15, og ferðin gekk væl til týskvøldið. Veðrið gjørdist ringt, og seksæringurin holvdi.
(Kort: Bergens Tidende)
Fimm av manningini, sum taldi seks, sluppu í gummibjargingarbát og vórðu síðani tikin upp við tyrlu og fingin til lands. Tey hava tað gott kropsliga. Sætti persónurin lá sambært MRCC fastur undir bátinum fastur í fleiri endum.
Familja druknaðu kvinnuna hevur fingið boðini.
VG skrivar, at enn er hvørki bátur ella kvinnan funnin.
Vanlukkan hendi einar 14-15 fjórðingar úr landi.
Les eisini: Livar bjargaður: Hevur tað gott eftir umstøðunum
--
Videobrot frá bjargingarbátinum Idar Ulstein á staðnum, har Naddoddur holvdi, vísa hvussu vánalig líkindini eru:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald