Innanlands

Hvørki Smyril ella Teistin sigla

Smyril fór ikki av Havnini fyri løtu síðani men siglir aftur klokkan 16. Teistin, sum ikki siglir vegna nógv brim í løtuni, siglir aftur klokkan 11.15. Veðrið darvar eisini samferðsluna á landi: Bussarnir í Suðuroynni koyra ikki í løtuni

Smyril (mynd: Bjartur Vest)

Smyril (mynd: Bjartur Vest)

2019-12-11 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur vindur kring landið í løtuni - í summum støðum upp ímóti og omanfyri 30 m/s í hvirlunum.

Sí veðrið

Tvey tey størstu skipini hjá Strandferðsluni sigla ikki í løtuni. Talan er um siglingina um Skopunarfjørð og Suðuroyðarfjørð, ið er rakt: 
 

  • Vegna brim hevur Teistin avlýst hesar túrar: kl. 08.10 úr Skopun, kl. 0945 av Gomlurætt og 10.30 úr Skopun. Næsti túrur er eftir ætlan kl. 11.15 av Gomluræt
  • Broyting Leið 7:
    Fyri veður avlýsir Smyril túrin suður av Havnini kl. 08.45 og norður 11.30 av Krambatanga. Sostatt siglir Smyril til Tvøroyrar kl. 16.00 og kl. 21.15 og til Havnar kl.18.45 

    Smyril fór túrin norð í morgun, men sostatt ikki suður aftur. Tað fer hann seinni, eftir at vindurin makar.

    Koyringin í Suðuroy er eisini órógvað: Fyri veður verður fyribils ikki silgt á leið 700 og 701.


    Kelda: ssl.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder