2019-12-25 20:30
Nú klokkan 20 trektu vit lut millum allar tær 72 myndirnar, sum eru komnar inn í myndakappingini, sum vit hava havt koyrandi síðani seinnapartin í gjár, jólaaftan.
Myndirnar bera boð um at føroyingar eru um allan heimin. Summi í Amerika, og onnur eystanfyri. Onnur til arbeiðis og onnur við hús.
Hepni vinnarin av gávukortinum frá 62N gjørdist Tóti Kristjánsson við myndini, sum vit síggja omanfyri.
Vit takka fyri allar myndirnar vit hava fingið sendandi, og vóna at fólk eru við aftur næsta ár.
Gleðilig jól!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald