Innanlands

Hygg Edward - The Eagle has Landed

Posta gevur út nýggj frímerki í dag

2019-04-29 10:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag gevur Posta út fýra nýggjar frímerkjaútgávur, alt frá V. U. Hammershaimb til mánalending og vatnmyllur í gomlum døgum. Eisini teistin sleppur uppí part á frímerkjum við einum heilt serligum eginleika.

[object Object]

V. U. Hammershaimb 200 ár
Posta er eisini við í fagnaðinum av V. U. Hammershaimb, nú tveyhundrað ár eru liðin síðani hann varð borin í heim.

Í hvørji tjóð eru menniskju, ið fáa so stóran týdning, at trupult er at taka samanum teirra langa lív og ómetaliga stóra virksemi og enn minni ta broyting, ið tey skaptu fyri fólkið, mentanina og landið.

Ein tílíkur maður var Venceslaus Ulricus Hammershaimb (1819-1909). Sum mentamaður, málgranskari, embætismaður og sum próstur, var hann við til at gera føroyska skriftmálið. Eisini savnaði hann saman og gav hann út fólkaminni føroysku tjóðarinnar, føroyskar vísur, orðatøk og annan mentanararv. Kim Simonsen hevur lagt frímerkini við V. U. Hammershaimb til rættis og Ole Wich stóð fyri sniðgeving.

[object Object]

50 ár síðan mánalendingina
Fjart frá Houston og langt undir mánanum, var við at vera songartíð hjá fýra ára gamla klaksvíksdronginum Edward Fuglø. Hann hevði varnast spenningin millum tey vaksnu og hoyrt frásagnirnar í útvarpinum dagin á tamb og út á kvøldið. Hóast hann ikki heilt skilti týdningin av hóvastákinum, kendi hann á sær, at onkur stórhending stóð fyri framman.

Brádliga var tað sum um spenningurin loystist – pápi hansara, Jens, lyfti smádrongin upp av gólvinum, fór til eitt vindeyga við honum og peikaði upp móti hválvinum, meðan hann segði frá um menninar, sum júst høvdu lent á mánanum.

Og her, 50 ár eftir at hendingin fór fram, hevur Edward Fuglø avmyndað gandakendu løtuna á minningarmerkinum fyri søguligu ferðina hjá Apollo 11, tá Armstrong og Aldrin vitjaðu gamla fylgissveinin hjá jørðini.

[object Object]

Europa 2019: Teisti
Evnið á ársins Europa-merkjum er fuglar, og Posta hevur valt at geva út tvey frímerki við teista, sum Astrid Andreasen hevur teknað.

Teisti er ein vakur og eyðkendur fuglur, sum sæst nær landi á øllum oyggjunum. Teistin er álitisfullur og sæst ofta sera tætt við land – ja, ofta inni í havnum og ofta nakrir fáir saman. Teistin er friðaður alt árið, og stovnurin telur umleið 3000-4000 pør.

Frímerki við heilt serligum eginleika 
Um tú skannar eitt av frímerkjunum av teistanum við snildfonini, ber til at hoyra teistan láta.

Til hetta krevst ókeypis appin CEE App, sum kann takast niður av App Store og Google Play. Hetta er partur samstarvi millum fleiri lond, og geva tey somuleiðis út fuglafrímerki við hesum eginleika.

[object Object]

Vatnmyllur í Føroyum
Í 19. øld gjørdist lítla vatnrætta vatnmyllan ein týdningarmikil partur av føroyska mentanarlandslagnum, og sást allastaðni í føroysku bygdunum.

Seinast í 19. øld var tíðin hjá hesi mylluni tó farin og hon varð gloymd – líka so brádliga, sum hon kom. Ikki setti hon stór spor eftir seg hvørki í yrkingum, føgrum bókmentum ella í málningalist.

Daniel Bruun (1856-1931) hevur teknað tær báðar vatnmylllurnar, í ávíkavist Sandágerði og Froðba, sum eru myndevni á frímerkjunum. Viðurkendi listamaðurin og gravørurin  Martin Mörck hevur graverað.

Á heimasíðui stamps.fo (  ) ber til at lesa áhugaverdar greinir um øll frímerkini og evnini á teimum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder