Innanlands

I AM við nýggjum staklagi

16 ár eru liðin síðani seinastu fløguna hjá I AM

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-02-26 10:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kristni rokkbólkurin I AM eru komnir við nýggjum staklagi, nú teir gera seg til reiðar til stóra hátíðarkonsert saman við P.O.D.

Lagið eitur “Can’t Stand (That Face)” og varð tað framleitt bæði í Føroyum og í Danmark. Alvin Ellebye stóð fyri upptøkuni av ljóðførum í Klaksvík, meðan Søren Mikkelsen upptók sang og stóð fyri heildarframleiðsluni av lagnum í Medley Studios í Keypmannahavn. Søren Mikkelsen hevur fyrr samstarva við donskum nøvnum sum Kim Larsen, Magtens Korridorer og Søren Huss.

“Can’t Stand (That Face)” er eitt av tyngru løgunum hjá I AM. Men hóast tyngd og tónleikaligan ágang, so er lagið melodiøst og fangandi. Orðini snúgva seg um hvussu lættliga summi fara um lívsins álvarsomu og stóru spurningar, skrivar gittarleikarin, Arni Zachariasen um nýggja sangin á heimasíðuni medium.com.

Til sangin hava I AM gjørt eitt videolag. Tað varð framleitt av Raclip og kann síggjast niðanfyri. Pætur Høj leikstjórnaði videolagnum, sum varð tikið upp í missiónshúsinum á Eiði.

I AM hava nógv ár á baki í føroyskum tónleikahøpi. Bólkurin byrjaði miðskeiðis í 90'unum í Klaksvík og hevur tvær fløguútgávur á baki. Teir hava spælt á landsins stórstu pallum, ligið ovast á hittlistunum og hava somuleiðis verið uttanlanda og spælt í fleiri umførum. Í ár eru tað 20 ár gingin síðani fyrra fløga teirra, CAST, kom á marknaðin. Ein teirra kendasti sangur, “Alla leið”, var at finna á tí fløguni.

Hesin 20-ára dagur verður hátíðarhildin á ein serligan hátt 22. mars, tá ið I AM skulu spæla saman við kenda amerikanska tungmálmsbólkinum P.O.D. Konsertin verður í høllini á Hálsi í Tórshavn.

Seinna fløgan hjá I AM kom út í 2003 og æt hon “xthree.one.four”.

Limirnir í I AM eru:

Birgir Sigurðsson — sang
Eyðbjørn Jacobsen — bass
Heðin Askham — ljómborð
Hans Ove Johansen — trummur
Arni Zachariassen — gittar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder