Mentan

Í ár kunnu allir føroyingar atkvøða til Geytan

Níggjunda árið á rað skulu ársins bestu føroysku stuttfilmar kjósast. Hesaferð verður filmsvirðislønahandanin sýnd beinleiðis í sjónvarpinum,

Norðurlandahúsið verður karmur um Geytan - eingir áskoðarar verða til staðar men til ber at fylgja við í Kringvarpinum

Norðurlandahúsið verður karmur um Geytan - eingir áskoðarar verða til staðar men til ber at fylgja við í Kringvarpinum

2021-02-24 13:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár leggur Norðurlandahúsið hús til Geytan, og hesaferð fáa nógv fleiri høvi til at fylgja við, tá besti føroyski stuttfilmur verður kosin, tí filmsvirðislønahandanin leygarkvøldið 27. februar verður sýnd beinleiðis í sjónvarpinum. 

Sum vant verða tvær virðislønir latnar: Geytin á 35.000 kr, ið Runavíkar Kommuna letur og Áskoðaravirðislønin á 25.000 kr, ið Tórshavnar Kommuna letur. 

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina fer fram í sendingini umvegis Sona-appina so til ber hjá øllum hyggjarum at atkvøða fyri sínum yndisfilmi. 

Teir 9 filmarnir, ið dómsnevndin hevur valt, eru: 
PERLAN – Terji Mohr 
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson 
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum 
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen 
HANDANLAND - Barbara Lervig 
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen 
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen 

KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini 
KALL – Nóllywood 

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni. 

Nýggja dómsnevndin er: 
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið) 
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya) 
Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk) 
Tina Wagner (Filmshúsið) 
Pætur M. Dahl (Klippfisk) 

Altjóða limur í dómsnevndini: Kari Moen Kristiansen (Det Norske Filminstitut) 

19 filmar vórðu meldaðir til Geytan í ár. Eitt breitt úrval av filmsgreinum: heimildarfilmar, skemtifilmar, surrealistiskir spenningsfilmar, barnafilmar, tónleikafilmar og animatiónsfilmar. 

Um filmarnar sigur dómsnevndin, at nógv nýggj andlit eru handan filmarnar í ár og fleiri av tilmeldaðu filmunum, eru gjørdir av smáum bólkum. Korona kann vera orsøkin, men tað er jaligt. 

Tiltakið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya. Finnur Koba verður vertur. Sendingin leygarkvøldið byrjar kl. 19.30.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder