Útoyggjafelagið hevur avgjørt at eingin útoyggjastevna verður í ár. Arbeiðið at skipa fyri stevnuni er krevjandi, og smáu plássini á útoyggj hava ikki nógva arbeiðsorku til at megna uppgávuna.
Nevndar- og umboðsráðsfundur hjá Útoyggjafelagnum var í Stóra Dímun um vikuskiftið, og har var avgjørt, at útoyggjastevnan veður lopin um í ár.
Óla Jákup úr Dímun, sum er formaður í Útoyggjafelagnum sigur við Kringvaprið, at tað kom ikki óvart á felagið at eingin megnaði at hava stevnuna í ár.
Formaðurin sigur eisini, at tað kann verða at stevnan gjørdist ov stór, og at ov nógv var lagt í hvørja stevnu, so at tað gjørdist ov nógv til endans, og at tí bar ikki til at hava útoyggjastevnu í ár.
Formaðurin vónar, at mykinesfólk megna at átaka sær uppgávuna at skipa fyri útoyggjastevnu komandi ár. Hann sigur, at tað er tiltikið hvussu væl stevnan eydnaðist seinast hon var í Mykinesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald