Í dag, 3. desember, er altjóða dagur teirra, ið bera brek, og tá varpar MEGD - saman við alheims felagsskapum og stovnum - ljós á brekøkið.
Dagurin varð ásettur av ST í 1992 við tí endamáli at varpa ljós á rættindi og livikor teirra, ið bera brek, á øllum økjum í samfelagnum.
MEGD hátíðarheldur dagin í dag í MEGD-húsinum saman við limafeløgum. Hátíðarhaldið verður klokkan 16, og tiltakið verður stroymt. Meira um hetta verður at finna á heimasíðuni megd.fo.
Á skránni seinnapartin er framløga av týðandi tættum úr granskingarverkætlanini “Livikor hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum”. Tað er Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, sum hevur verið verkætlanarleiðari, og Anna Katrin Matras, sum hevur verið hennara samstarvspartur.
Saman við forkvinnuni og aðalskrivaranum hjá MEGD hava Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, og Ragnhild Dahl, ráðgevi hjá Javna, Firouz Gaini og Herit V. Albinus, Fróðskaparsetur Føroya, sitið í fylgibólkinum.
Í 2007 lat MEGD gera kanningina “Livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum – ein spurnakanning”, sum Olga Biskopstø og Martha Mýri løgdu fram. Við støði í kanningini frá 2007 setti MEGD í 2020 í verk nýggju granskingarverkætlanina, sum nú verður løgd fram.
Hetta er millum annað fyri at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD og limafeløgunum fyri at bøta um verandi umstøður. Út frá verkætlanini væntar MEGD eisini at síggja, um tað, sum seinastu árini hevur verið gjørt á økinum, munar, og um tillagingar og íverksetanir eru tær røttu, skrivar MEGD.
Á vári 2022 verður samlaða verkætlanin løgd fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald