2019-05-31 11:11
Um allan heim verður á hesum degi varpað ljós á tær stóru avleiðingar, sum roykingin hevur við sær. Ikki serliga hugalig kunning nei, tó so kanska kann júst hesin dagur gerast serstakliga jaligur.
Kanska kann hetta gerast dagurin, tá tíni lungu umsíðir fáa frí. Frí frá yvirarbeiði ígjøgnum langa tíð. Hetta kann tykjast óveruligt fyri mong, ið eru bundin av tubbaki.
Tó so, onki er ómøguligt, um fleiri eru um tað. Hesin dagur kann tí vera eitt gilt høvi at saman leggja av at roykja á ein stuðlandi og meiningsfullan hátt, skrivar Fólkaheilsuráðið í samband við dagin.
Kanska verður hesin dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald