Mentan

Í dag er evropeiskur ullardagur

Ullardagurin er sprottin úr samstarvi millum nógv ymisk ullaráhugaði fólk úr mest sum øllum Evropa. Búnaðarstovan er partur av einum av hesum samstørvum og er tí eisini blivin partur hesum fyrsta europeiska ullardegnum – Tiltakið verður stroymt frá klokkan 9 til 15

Mynd: Búnaðarstovan

Mynd: Búnaðarstovan

2021-04-09 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Dagurin í dag, fríggjadagurin 9. apríl 2021, er settur til at vera fyrsti evropeiski ullardagur.

Ullardagurin er sprottin úr samstarvi millum nógv ymisk ullaráhugaði fólk úr mest sum øllum Evropa, skrivar Búnaðarstovan, sum er partur av einum av hesum samstørvum, og er tí eisini blivin partur hesum fyrsta europeiska ullardegnum.

– Búnaðarstovan hevur latið ein stuttan film gera, sum vísir okkara seyð og hvussu arbeitt verður við ullini. Her verður víst, hvussu ullin verður nappað, spunnin og tvunnin. Á hesum fyrsta ullardegnum er valt at leggja dent á tilvirkan við hond. Tað hevur týdning, at fleiri fáa ullina í hendurnar og fáa kensluna av, hvussu góð hon er at fáast við, og hvussu nógv ymiskt kann gerast við føroysku ullini. Sjálvt um tað sjálvandi er av størsta týdningi, at tað eru nøkur, sum brúka størri nøgdir av ullini.

Tað er felagsskapurin European Wool Exchange Foundation (EWE), sum er fyriskipari av fyrsta ullardegnum.

Dagurin byrjar klokkan níggju okkara tíð, og hildið verður á til klokkan 15. Stroymt verður umvegis Facebook alla hesa tíðina. Víst verða brot úr øllum Evropa.

Á Búnaðarstovuni hittast nakrar kvinnur at spinna hendan dagin, meðan hugt verður eftir stroymingini. Høvi verður hjá øðrum áhugaðum at koma á Búnaðarstovuna millum klokkan 14 og 16 og hyggja, meðan arbeitt verður og at fáa eitt gott ullarprát. Vónandi fær onkur hug at arbeiða meir við ull eisini, skrivar Búnaðarstovan.

Skráin er fjølbroytt við nógvum ymiskum evnum og luttakarum. Skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder