Innanlands

Í dag er seinasta freist

Fært tú ikki komið á valstaðið, skal tú boða frá í seinasta lagi kl. 16 í dag

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-06-03 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval mikudagin 5. juni 2019. Seinasta freist at boða frá, um ikki ber til at koma á valstaðið vegna sjúku e.ø., er í dag.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at fært tú ikki komið á valstaðið á valdegnum, men ert annars førur fyri at greiða atkvøðu á valstaðnum, ber til at fara á Snarskivuna í dag fram til kl. 16. Borgarar verða mintir á at hava valkortið við sær.

Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu um hvussu farast skal fram um ein ikki fær luttikið á valinum á valdegnum. Flestu kommunurnar hava kunnað um mannagongdina á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder