Innanlands

Í dag er tunnilsdagur

Tað er frí koyring í Noroyðatunnlinum í dag. Handlarnir hava leingi opið í Klaksvík, og ymisk tiltøk eru á skránni

2019-03-02 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tunnilsdagur er í Norðoyggjum í dag. Leygardagin 2. mars frá kl. 06.00 til sunnumorgun 3. mars kl. 06.00 er ókeypis koyring í Norðoyatunlinum.

Norðlýsið skrivar, at limirnir í Klaksvíkar Handilsfelag eru um 30 í tali, og teir sum hava latið hurðarnar upp á víðan vegg við spennandi vøru og eisini góðum tilboðum. Handlarnir í felagnum hava opið til klokkan 20.00

Millum tiltøkini eru árliga føstulávintstiltaki hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Tað verður í Badmintonhøllini klokkan 14.00, og her er ímillum annað tunnusláing og tombola. Líknandi tiltøk eru á skránni kring landið í dag. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder