Mentan

Í dag hava vit brúkt okkara tilfeingi fyri 2018

"Earth Overshoot Day" er tann dagurin, tá Jørðin ikki nær at endurnýggja tilfeingið áðrenn vit brúka tað

2018-08-01 16:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørja ferð vit menniskju keypa inn, koyra bil, flúgva í flogfari, ella eta ein bita av kjøti, brúka vit av avmarkaða tilfeinginum hjá Jørðini.

Trupulleikin er, at forbrúkið hjá okkum økist alla tíðina, serliga í vesturheiminum.

Í dag, 1. august, hava vit longu brúkt tilfeingið fyri í ár. 

Dagurin verður nevndur "Earth Overshoot Day". Tað er tann dagurin, tá Jørðin ikki nær at endurnýggja tilfeingið áðrenn vit brúka tað.

Í ár kemur dagurin tveir dagar fyrr enn í fjør, og so tíðliga er hetta ikki hent síðan 1970. Tá var Earth Overshoot Day vanligvís í endanum av desember.

Bo Øksnebjerg, aðalskrivari hjá WWF Danmark, sigur sambært DR, at millum lond við størsta forbrúkinum í heiminum liggur Danmark á einum 9. plássi.

"Um allur heimurin livdi, sum vit gera, høvdu vit brúkt tilfeingið á 4,2 jørðknøttum í ár. Í fjør var tað 3,6, og tá vóru vit á einum 18. plássi, so forbrúkið hjá okkum er økt nógv," sigur hann.

Um øll lond í heiminum høvdu líka stórt forbrúk sum Danmark hevði Earth Overshoot Day longu verið 28. mars.

Vietnam er millum tey londini, ið brúka minst, og høvdu øll í heiminum sama forbrúk sum Vietnam, hevði Earth Overshoot Day verið 21. desember.

Birgitte Lesanner, stjóri í Greenpeace Danmark mælir til, at fólk, ið ynskja at bøta um trupulleikan eta minni kjøt, flúgva minni og keypa inn lokalt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder