Uttanlands

Í dag kann Evropa sláa sítt hitamet frá 1977

Í Spania og Portugal kann hitin koma uppum 48 stig, siga veðurfrøðingar

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-02 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 1977 varð hitin í Griska høvuðsstaðnum Athen máltur til at vera 48 stig. Hetta metið kann verða sligið innanfyri næsta døgnið, ávara veðurfrøðingar.

Í dag kann hitin í Spania og Portugal koma uppum 48 stig, sambært bretskum veðurfrøðingum.

Mælt verður til, at eldri ferðafólk og børn í Suðurevropa halda seg í skugganum, nýta sólskrem og drekka nóg nógva vætu.

Hitametið í Spania er 47,3 stig og metið hjá Portugal er 47,4 stig. Men hesi metini kunnu væl verða sligin í dag, sigur Isobel Lang, veðurfrøðingur hjá Sky News, sambært DR.

"Tað er ein møguleiki at hitin í innara partinum av Portugal og í Suðurspania kann koma uppum 48 stig," sigur hon.

Nýtt hitamet er longu sett í Danmark. Juli 2018 gjørdist sólríkasti juli mánaðin DMI nakrantíð hevur skrásett.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder