2019-01-31 08:27
Nógvi kavin í fyrradagin hevur gjørt sítt til, at eingin koyring er við býarbussunum í Klaksvík í dag.
Klaksvíkar kommuna var annars skjót á fótum í gjár og ruddað varð fyri kava longu frá klokkan 5 í gjáramorgun. Men kommunan boðar frá á heimasíðuni, at vegna vánalig koyrilíkindi og manglandi atkomumøguleikar koyra býarbussarnir ikki í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald