2019-05-14 15:56
Í dag, tann 14. mai, skal seyðurin av bønum.
Seinastu dagarnar hava fleiri kommunur mint borgararnar á, at 14. mai skulu garðarnir verða í seyðahøgum standi.
Hetta merkir, at seyðurin skal uttangarðs, t.v.s. at hann skal antin út í hagan ella verða á traðunum.
Tað er lógarkrav, at seyðurin ikki skal sleppa at ganga innangarðs alt árið. Summar kommunur hava sett forboð fyri at seyðurin yvirhøvur sleppur innangarðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald