Uttanlands

Í dag verður heitasti dagur í Evropa í ár

Sambært veðurfrøðingum verða upp í 48 hitastig í suðurevropa í dag

Heitast verður á suðurpartinum av iberisku hálvoynni. Kortið vísir yvirlit yvir, hvat mestu hitastigini væntandi verða í dag (Mynd: nrk.no)

Heitast verður á suðurpartinum av iberisku hálvoynni. Kortið vísir yvirlit yvir, hvat mestu hitastigini væntandi verða í dag (Mynd: nrk.no)

2018-08-04 11:53 Author image
Oda Strøm
placeholder

Dagurin í dag verður heitasti dagurin í ár, siga veðurfrøðingar sambært nrk.no.

Fyrr í vikuni vórðu ávaringar um nógvan komandi hita fráboðaðar av myndugleikum, og tað sær út til, at í dag verður nógvi fráboðaði hitin í suðurevropa til veruleika. 

Væntandi kunnu bæði tað spanska og tað portugisiska hitametið verða sett av ný í dag. Mesti hitin, sum nakrantíð er máldur í londunum, er 47,3 og 47,4 hitastig í ávikavist Montoro í Córdoba-landspartinum 13. juli 2017 og Amarelja 1. august 2003.

Sambært Yr.no verða hesi støðini tey heitastu í Evropa komandi dagarnar: 

Spania:

Portugal:

  • Lisboa – 38 hitastig í dag
  • Beja – 41 hitastig í dag
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder