Frá í dag verða tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Um ársskiftið verða sjókortini eisini yvirtikin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur tikið avgerð um, at Umhvørvisstovan verður kortmyndugleiki í Føroyum. Í sambandi við yvirtøkuna fær Umhvørvisstovan heimild til at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.
Ókeypis og talgild kort
At kortini verða ókeypis og tøk í talgildum formi hevur týdning fyri øll og merkir, at nýggir møguleikar taka seg upp. Eitt nú kunnu fólk, sum ganga í fjøllunum fáa atgongd til kort á teirra snildfon, kortini kunnu brúkast á teldu og eisini kunnu 3D modellir gerast av landslagnum, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið á heimasíðuni.
“Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum”, sigur landsstýriskvinnan í viðmerking.
Tað var eitt einmælt Løgting sum í desember samtykti at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi kort- og landmátingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald