
Í dag, 12. mai, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum.
Yvirtøkan fer fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.
Yvirtøkan verður stroymd her. Tiltakið byrjar kl. 16.30 føroyska tíð.
Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.
Les eisini: Grønlendskur sendimaður í Washington verður arktiskt sendifólk
– Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald