Innanlands

Í februar var arbeiðsloysið 0,8 prosent

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent hjá bæði monnum og kvinnum, tað var lægst í Eysturoynni og Vágum, og hægst í Sandoynni

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2023-03-24 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar var arbeiðsloysið í Føroyum 0,8 prosent, ið svarar til 240 fulltíðararbeiðsleys. Hetta er eitt sindur lægri enn í februar í fjør, tá arbeiðsloysið var eitt prosent, ið svarar til 296 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini, men í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men síðani er tað minkað aftur.

Arbeiðsloysið í februar var 0,8 prosent hjá bæði monnum og kvinnum. Tað svarar til 131 fulltíðararbeiðsleysar menn og 109 kvinnur. Sama mánað í 2022 var arbeiðsloysið 1,1 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.

Arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn millum menn seinastu tíggju árini. Hesin munurin er tó tódnaður, og nú er eingin munur millum kynini.

Í februar var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni og Vágum – ávikavíst 0,4 og 0,5 prosent. Tað var hægst í Sandoynni – tvey prosent. Tá hugt verður at ymisku aldursbólkunum sæst, at arbeiðsloysið var lægst millum tey 45-54 ára gomlu – 0,5 prosent – og hægst millum tey 25-34 ára gomlu – 1,1 prosent.

Í februar vóru 26 persónar – ella 9,7 prosent av teimum arbeiðsleysu – langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár.

Sambært Hagstovuni er parturin av langtíðararbeiðsleysum minkaður seinasta árið. Sama mánað í 2022 vóru 48 persónar – ella 14,2 prosent av teimum arbeiðsleysu – langtíðararbeiðsleys.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder