
Siglingin hjá Teistanum hevur seinastu dagarnar verið nakað darvað av, at veðrið hevur ringt, men tað er ikki tí, at Strandfaraskipið liggur í kvøld.
Strandferðslan boðaði longu seinnapartin í gjár frá, at seinastu túrarnir í dag, hósdagin 9. januar, fóru at vera klokkan 15.50 av Gomlurætt og klokkan 16.35 úr Skopun.
Harvið verður ikki siglt meira í kvøld - túrarnir í Hest og úr Hesti verða heldur ikki sigldur.
-Orsøkin til hesar broytingar eru planlagdar, tekniskar umvælingar, har serfrøði kemur úr Týsklandi at standa fyri arbeiðinum, ið ikki kann útsetast.
Soleiðis skrivar ssl.fo. Sambært Strandferðsluni fer Teistin helst aftur í sigling, sambært ferðaætlanini, í morginárini.
- Teistin verður tí liggjandi á Gomlurætt til arbeiðið er liðugt og fer skipið væntandi aftur í sigling fríggjamorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald