
Mánadagin vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar fyri drúgva og trúgva tænastu í Heimatænastuni í Tórshavn.
Talan var um Hildigunn Christiansen, Beintu Sørensen, og Marionnu B. Jacobsen, sum tilsamans hava arbeitt í Heimatænastuni í 70 ár, skrivar Tórshavnar kommuna.
Hildigunn og Beinta eru sjúkrarøktarfrøðingar og hava arbeitt hjá Heimatænastuni í 25 ár, meðan Marianna er kliniskur dygdarmennari og hevur arbeitt hjá Heimatænastuni í 20 ár.
Frá vinstru: Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Marianna B. Jacobsen, kliniskur dygdarmennari, Beinta Sørensen, sjúkrarøktarfrøðingur, og Hildigunn Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald