2023-02-07 22:50

Veðrið er øgiliga vánaligt kring landið, og sum náttin líður og móti morgni verður enn meiri vindur.
Longu nú skráseta veðurstøðirnar hjá Landsverki nógvan vind.
Í skrivandi stund har tað er mest, er á Oyggjavegnum við Norðradalsskarð, har tað í hvirlunum er upp til 54 metrar um sekundið.
Á Gerðabøi í Klaksvík er eisini nógvur vindur, í hvirlunum upp til 47 m/s.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald