Innanlands

Í kvøld skal Kristina royna seg í Grand Prixnum

Føroyska songkvinnan syngur "Ég á mig sjálf”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-02-09 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld er fyrra hálvfinalan í íslendska Grand Prixnum á skránni. Sum tað hevur verið sæð áður, so er føroysk luttøka. Tað er songkvinnan Kristina Skoubo Bærendsen, ið fer at framføra og royna at koma í finaluna. 

Kristina hevur gjørt lagið til sangin, sum eitur "Eg eigi meg sjálvan" á føroyskum, "Ég á mig sjálf” á íslendskum, og "Mama said" á enskum. Valgeir Magnússon og Sveinn Rúnar Sigurðsson hava skriva orðini. 

Sangurin víkir frá tí, sum vit vanliga kenna Kristinu frá. Talan er ikki um ein sang, sum kann bólkast undir country, men talan er meira um ein popp-sang. Videolag er gjørt til sangin og kann síggjast omanfyri.

Kristina Bærendsen royndi seg eisini í Grand Prix-kappingini í Íslandi í 2017. Tá sang hon eina country-duett saman við Páll Rósenkranz, men tey komu ikki í finaluna. 

Spennandi verður, um Kristina hesaferð megnar at koma víðari úr undanumfarinum. Tað kann síggjast í Kringvarpinum frá klokkan 19.45. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder