Innanlands

Í kvøld verður borgarafundur í Kollafirði

Tann demografiska gongdin, ið elvir til stúran í nærumhvørvinum, verður viðgjørd. Í hesum sambandi verður eisini hugt at bústaðarmøguleikunum og útstykking í Kollafirði, umframt at onnur mál verða tikin upp

Demografiskir trupulleikar og hølis-og bústaðartrupulleikar verða umrøddir í kvøld frá klokkan 19 (Mynd: Pól Sundsskarð)

Demografiskir trupulleikar og hølis-og bústaðartrupulleikar verða umrøddir í kvøld frá klokkan 19 (Mynd: Pól Sundsskarð)

2023-04-18 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, týsdagin 18. apríl klokkan 19, verður serstakur borgarafundur á bókasavninum í Kollafirði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Barnatalið er søguliga lágt í Kollafirði. Hetta varð víst á í innslagið í Kringvarpinum sunnudagin. Barnafamiljur flyta ikki til bygdina, og ungir kollfirðingar flyta av bygdini - hetta serliga orskaða av manglandi bústaðarmøguleikum. 

Útstykkingar eru vantandi, og Tórshavnar kommuna skrivar eisini, at júst bústaðarmøguleikunum og útstykking í Kollafirði verða viðgjørdir í kvøld. Hugt verður millum at, hvørjar ætlanir kommunan hevur viðvíkjandi grundstykkjum í Kollafirði.

Eisini verður demografiska gongdin í Kollafirði tikin upp. Ein serfrøðingur fer at vísa á og greiða frá demografisku gongdini í Kollafirði í mun til restina av landinum. Hvat merkir gongdin fyri eina bygd, sum Kollafjørð og hvat eru framtíðarútlitini?

Forkvinnan í KÍF, Anja Weyhe, er ein av teimum, sum nú alment hevur víst á trupulleikan, og at nakað skal gerast við hetta skjótt. 

Á bókasavninum verður eisini tosað um námsfrøðiligu tilboðini, skótahús, almennar trivnaðarumstøður v.m.

- Botnavegur, Dagstovnurin, frítíðarskúlin og ungdómshúsið hava tørv á fleiri og nútíðarhóskandi hølum, so at til ber at savna alt virksemið. Haraftrat hevur skótafelagið ætlanir um at byggja skótahúsið út. Eisini er ynski um almenn høli og uttandura umstøður til trivnaðarlig endamál. Kommunan vísir á møguleikar.

Sí eisini: Tíðindaskriv frá Tórshavnar kommunu um borgarafundin týskvøldið 18. apríl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder