Innanlands

Í mars vóru 27.200 løntakarar

Støðugt fleiri leggjast afturat

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-06-11 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í mars vóru 27.200 løntakarar í Føroyum. Tað eru gott og væl 800 fleiri løntakarar í mun til sama mánað í fjør, skrivar Hagstova Føroya. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísur at støðugt fleiri leggjast afturat løntakaraskaranum.

[object Object]

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í mars vóru góðir 14.100 menn og knappliga 13.100 kvinnur í løntakaraskaranum. Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin gott og væl 1.000 millum bæði kynini.

[object Object]

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.

Almennu - og privatu tænastuvinnurnar telja á leið 70% av løntakarunum tilsamans, 15% arbeiða í byggivinnu og aðrari tilvirking og 15% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.

[object Object]

Hagstovan skrivar, at allir persónar, sum fáa løn tann uppgjørda mánaðin, verða taldir við sum løntakarar. Hjá summum starvsbólkum eru lønargjaldingarnar tó meira óregluligar enn hjá øðrum starvsbólkum, eitt nú hjá sjófólki. Tí vera teir persónar, sum onga løn fáa uppgjørda mánaðin, men hava fingið løn útgoldna bæði mánaðin fyri og eftir, taldir við sum løntakarar í uppgjørda mánaðinum. Tað hevur við sær, at løntakarauppgerðin gerst tveir mánaðir forskotin, so staðfestast kann hvørjir av hesum persónum skulu teljast við og ikki í uppgjørda mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder