Innanlands

Í morgin gerst kaldari aftur

Vindurin fær ongan enda

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-13 13:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur og regn hevur myndað seinastu dagarnar, og sambært veðurforsøgnini er lítið sum týðir á, at hetta fer at broytast innan komandi dagarnar.

Í dag er hvassur vindur og skrið av útsynningi suðri, millum 14 og 20 m/s. Eitt sindur av regni er í dag, millum 0,1 og 1,4 mm. Hitin er 9 hitastig.

Í nátt er stormur, upp í 22 m/s, men sum dagurin líðir minkar hann heilt niður í lot, um 2-3 m/s. Ættin alt døgnið verður útsynningur og útsynningur sunnan. Náttina til fríggjadag veksur aftur upp í hvassan vind, um 15 m/s. Seinnapartin í morgin fer at regna, millum 0,2 og 0,7 mm. Hitin minkar frá 9 hitastigum niður í 6 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder