Innanlands

Í morgin verður Føroya vakrasta hálvmaraton

– Veðrið sær út til at fara at vera við okkum aftur í ár, siga fyriskiparar – Fyri trygdina hjá teimum, sum luttaka, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13.00

2024-09-06 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 7. september, verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi, Føroya vakrasta hálvmaraton.

Hetta er 11. ferðin, at skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, har runnið verður í Gásadali til Sandavágs, og í ár fara nærum 700 luttakarar at ganga ella at renna teinin á 21.0975 km.

#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur við legendunum Sámal og Jóan Jakku uttanfyri Magn, og Betri hevur fingið DJ Antony Charles at diska uttanfyri bankan, umframt at tey bjóða kaffi og kaku. Tá komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági, er tað DJ Haraldsen, sum fer at diska og seta dám á stemningin á málinum. Aðrastaðni seta ymiskir Frælsi vinir playlistar frá ymsastaðni á rutuni.

Fjølbroytt luttakarafjøld
Luttakarafjøldin er fjølbroytt, heilt frá ídnastu rennaranum, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum.

Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar, og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Higartil eru luttakarar frá 12 ymiskum londum sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Tú stuðlar, tá tú luttekur
Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið og rennarar kunnu velja at stuðla eisini, tá tey teir tekna luttøku. Fyriskiparar kunnu longu við vissu siga at 40.000 krónur verða lætnar til Krabbameinsfelagið fyri tiltakið í ár.

Ítróttarfelag Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.

Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir
Fyri trygdina hjá teimum, sum luttaka, verður Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til kl. 11.30 og Vatnavegurin frá kl. 11.30 til kl. 13.00. Frá kl. 13.00 til 14.00 verður skipað konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin.

Øll, sum hava teknað seg til FVHM2024 møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað, og síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals. Tey, sum luttaka við at ganga túrin fara kl. 9.00, ímeðan tey, sum skulu renna, fara frá Giljanesi kl. 10.00. Skotið verður í gongd kl. 10.00 hjá gangarum og kl. 11.00 hjá rennarum í Gásadali.

Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 km eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markerað. Myndaboksin verður eisini til staðar á málinum.

Allar myndirnar verða lagdar á Facebooksíðuna hjá Ítróttarfelagnum Frælsi. Aftaná verður boðið til ein miðmála á Giljanesi, við laksi frá Hiddenfjord, og heimabakstur afturvið kaffi, sum ein hópur av sjálvbodnum hava staðið fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder