Innanlands

Í morgin verður lýggjari aftur

Fimm hitastig lýggjari í morgin enn í dag

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-08 14:13 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er kalt í veðrinum, nú hitin er minkaður niður í 4 hitastig. Men komandi dagarnar verður lýggjari.

Í dag er fleyr til andøvsgul av útnyrðingi, millum 0,8 og 7,8 m/s. Okkurt lítið æl verður, um 0,1 mm, og hitin millum 4 og 5 hitastig.

Í nátt gerst spakuliga lýggjari í veðrinum, og hitin í morgin liggur fyri tað mesta millum 8 og 9 hitastig. Hann sigur frá loti til strúkur í vindi av útsynningi sunnan og útsynningi vestan, millum 3,2 og 13,4 m/s. okkurt lítið æl verður, millum 0,1 og 0,2 mm.

Hósdagin er turt allan dagin, hitin millum 7 og 9 hitastig, og strúkur í vindi til hvassan vind av útsynningi, millum 11 og 16 m/s.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder