Seinnapartin í dag verður hampuliga friðarligt, men í morgin fer at leika í, tá hann sigur frá stormi.
Í dag er hann strúkur í vindi av útsynningi, um 13 m/s, men minkar niður í andøvsgul av landsynningi, um 6 m/s. Nakað av regni er, millum 0,2 og 1,1 mm. Hitin um 5 og 6 hitastig.
Í morgin veksur hann í vindinum heilt upp í storm. Í nátt verður sagt frá skrið av suðri, upp í 19 m/s. Tað regnar í alla nátt, millum 0,3 og 1,9 mm. Hitin veksur úr 6 upp til 9 hitastig. Fyrrapartin rakar hann storm av útsynningi og hetta heldur sær restina av degnum. Hann veksur upp í heili 23,4 m/s. Seinnapartin regnar út á kvøldið, millum 0,1 og 0,9 mm. Hitin minkar niður í 3 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald