2023-03-25 17:10

Í nátt er aftur tíð at flyta klokkuna yvir til summartíð.
Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og tað er í morgin.
Hetta merkir, at klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram, og missa vit sostatt ein tíma í nátt.
Summartíðin er galdandi til seinasta sunnudag í oktober, tá klokkan verður flutt aftur. Í ár endar summartíðin 29. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald