Nú vit eru komin til seinasta vikuskifti í oktober, er tað aftur tíð at skifta yvir til vetrartíð.
Hetta merkir, at tá klokkan verður tvey í nátt, verður klokkan flutt ein tíma aftur, til klokkan eitt, og sostatt fáa vit ein eyka tíma í nátt.
Í Føroyum hava vit flutt klokkuna síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og flutt klokkuna aftur seinasta sunnudag í oktober, samstundis sum ES-londini.
Hvussu verður framyvir er ógreitt. Seinasta kunngerðin um summartíð, sum táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, lýsti í fjør, var bert galdandi fyri tvey ár í staðin fyri fimm ár sum við undanfarnum kunngerðum. Bárður á Steig Nielsen segði tá, at hann helt tíðin var farin frá at flyta klokkuna, og eiga Føroyar at fara yvir til varandi summartíð.
Eitt land, sum ikki fer at flyta klokkuna í nátt, er Grønland.
Í november 2022 samtyktu grønlendingar nevniliga at droppa summar- og vetrartíð. Orsøkin var, at Grønland ynskti at vera nærri Danmark og restina av Evropa.
Tá vit í mars skiftu yvir til summartíð, var tað sostatt seinastu ferð, at grønlendingar skuldu flyta klokkuna. Grønland fer nú altíð at fylgja tíðini UTC -2, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald