Innanlands

Í níggju út av 15 bygdum er komið á mál

Støðan viðvíkjandi spillivatni í Runavíkar kommunu er ikki lýtaleys, men hon er nógv batnað seinastu árini, eftir at fimm milliónir eru settar av árliga til høvi. Í bygdunum á Skipanesi, Lambareiði, í Skálafirði og Funningi er enn nakað eftir at gera fyri at lúka øll krøvini

Serligar avbjóðingar hava verið á brimplássunum, og tá hevur verið neyðugt at gera umvælingar ella at velja aðrar loysnir, aftaná at spillivatnsverkætlanin annars var avgreidd (Mynd: runavik.fo)

Serligar avbjóðingar hava verið á brimplássunum, og tá hevur verið neyðugt at gera umvælingar ella at velja aðrar loysnir, aftaná at spillivatnsverkætlanin annars var avgreidd (Mynd: runavik.fo)

2023-02-07 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan viðvíkjandi spillvatni er ikki haldbar í flestu støðum - hetta í mun til kunngerðina um spillivatn við heimild í § 17, § 18, stk. 2 og § 72 í løgtingslóg nummar 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

Í Runavíkar kommunu hevur verið arbeitt samanhangandi við hesum málinum í tíggju ár. Á heimasíðu sínari verður skrivað, at býráðið, sum tók við 1. januar 2013, staðfesti alt fyri eitt, at alt ov lítið var gjørt við tað at fáa skil á málinum um spillivatn, serliga í mun til kunngerðina sum ásetti, at røkkast skuldi á mál tvey ár seinni – um ársskiftið 2014/15. Neyðugt var at gera eina heildarætlan og seta pening av:

- Tøkniliga serfrøðin roknaði seg fram til, at kostnaðurin, av at fáa tamarhald á støðuni í teimum 15 bygdunum í kommununi, helst fór at vera einar 90 milliónir krónur. Ein heildarætlan varð tá gjørd, og boðað varð myndugleikunum frá, at hetta fór at taka nøkur ár, og at býráðið ætlaði at seta av á leið 5 milliónir krónur árliga til endamálið. Hendan ætlanin er fylgd, peningur er settur av á fíggjarætlanini á hvørjum ári, og nú fer at nærkast tí mótinum, at Runavíkar kommuna røkkur málinum. Endaliga á mál koma vit kortini ongantíð, tí ábøtur mega gerast á hvørjum ári í allari framtíð, serliga á brimplássunum, har uppgangurin fer illa við skipanini. Eitt nú í Æðuvík, Rituvík, Elduvík, Lamba og partvíst í Oyndarfirði.

15 ymiskar ætlanir vóru gjørdar fyri tær 15 bygdirnar, og nú er komið á mál á Skála, í Elduvík, Funningsfirði, Oyndarfirði, Rituvík, Søldarfirði, Æðuvík, Lamba og á Glyvrum, boðar Runavíkar kommuna frá. Arbeiðini hava verið boðin út millum staðbundnar verktakarar

Í bygdunum á Skipanesi, Lambareiði, í Skálafirði og Funningi er enn nakað eftir at gera fyri at lúka øll krøvini.

- At arbeiða við spillivatnsleiðingum er sum sagt áhaldandi arbeiði, og nú Fjøruvegurin verður gjørdur gjøgnum bygdirnar Glyvrar, Saltangará og Runavík, er hetta eisini eitt gott høvi til at umleggja leiðingar og gera ábøtur. Javnsvarandi hesum, at spillivatnsætlanin verður framd kring um í bygdunum, verða allar leiðingar, eisini spillivatnsleiðingarnar, skrásettar í talgildari skipan hjá kommununi.

Serligar avbjóðingar hava verið á brimplássunum, og tá hevur verið neyðugt at gera umvælingar ella at velja aðrar loysnir, aftaná at spillivatnsverkætlanin annars var avgreidd. Hetta er m.a. hent í Æðuvík, Rituvík og í Elduvík, skrivar runavik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder