Uttanlands

Í øllum førum 47 deyð eftir ógvusligt russiskt rakettálop

Tað er býurin Poltava, ið er raktur. Hetta er ein av teimum áloopunum í krígnum, sum hava kostað flest mannalív

Volodymyr Zelenskyj, ukrainski forsetin, almannakunngjørdi álopið, sum hevur rakt menniskju og undirstøðukervi har (Mynd: EPA)

Volodymyr Zelenskyj, ukrainski forsetin, almannakunngjørdi álopið, sum hevur rakt menniskju og undirstøðukervi har (Mynd: EPA)

2024-09-03 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ukrainski býurin Poltava varð fyrrapartin raktur av enn einum russiskum rakettálopið. Hetta skriva millum annað Reuters, umframt fleiri stórir altjóða miðlar.

Ukrainska verjumálráðið skrivar, at fleiri fólk vóru á veg í bumbuskýlini, tá tey vórðu rakt. Tað gekk so skjótt millum, at alarmurin fór, til at rakettirnar raktu.

Fólkatalið í búnum, sum liggur millum Kharkiv og Kiev, hevur ligið upp ímóti 300.000. Talan er ikki um eitt øki, ið hevur verið nógv rakt undir krígnum, sum byrjaði í februar 2022.

Fyrst varð deyðstalið lýst at vera 41 og talið av illa løstaðum 180. Nú er almenna talið av deyðum 47, og yvir 200 eru skødd. 

Sjúkrahús og annað í undirstøðukervinum eru rakt.

Zelenskyj forseti hevur víst á, at Ukraina er ógvuliga viðbrekið mótvegis loftálopum. Tó eru nakrar russikar dronur skotnar niður í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder