Maud av Fløtum hevði herfyri 50 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum.
Maud starvast á Medisinka ambulatoriunum á deildini Klinisk Fysiologisk- og Nuklearmedisin, har hon m.a. ger skintografiir, dexaskanningar og lungafunktiónskanningar.
Eftir realskúlan fór Maud at starvast sum gongsgenta á barnadeildini. Eftir eina tíð á barnadeildini fór Maud á bíbliuskúla, og tá hon kom aftur, starvaðist hon eitt skifti á tuberklastøðini. Sum 18 ára gomul fór hon at lesa til sjúkrasystur, og bleiv útlærd í 1976, skrivar Landssjúkrahúsið.
Eftir lokna útbúgving var Maud aftur sjey ár á barnadeildini, har hon treivst sera væl. Eftir hetta starvaðist hon á Endoskopieindini í 17 ár, og í 2022 stóð Maud í boði at koma á Medisinska depilin, og valdi hon at taka av.
– Maud er sera glað fyri sítt arbeiði, og leggur hon stóran dent á at geva sær tíð til sjúklingarnar.
– Hon er ein virkin dama og byrjar hvønn dag saman við manninum á rennibreytini og onkuntíð í svimjihøllini, hóast Maud í heyst rundar tey 70. Eisini spældi hon heilsufótbólt í nøkur ár, skrivar Landssjúkrahúsið.
– Spyrja vit Maud um hon ætlar at arbeiða í nógv ár aftrat svarar hon, at tað fer tíðin og heilsan at vísa. Vit vóna, at vit fáa teg at síggja á LS í fleiri ár aftrat, skrivar Landssjúkrahúsið, sum ynskir henni til lukku við 50 ára starvsdegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald