2026-04-01 14:00
Týsdagin var hátíðarhald á dagstovninum við Løgmannabreyt í sambandi við at Eybjørg H. Garðshorn hevur verið í starvi hjá Tórshavnar kommunu í 25 ár.
Eybjørg byrjaði sum dagrøktari í 1999, men fór í barnsburðarfarloyvi í 2006, og síðan 2009 hevur hon arbeitt á dagstovninum við Løgmannabreyt.
Í sambandi við 25 ára starvsdagin kom Elsa Berg, borgarstjóri, inn á gólvið og segði nøkur orð og handaði síðani Eybjørg blómur og eina gávu frá kommununi.
Eisini Gunvør Jonsdóttir fekk blómutyssi, nú hon fer frá sum leiðari á dagstovninum við Løgmannabreyt.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald