Tað rakk ikki til eitt finalupláss í Eurovision-finaluni hjá Reiley, sum sang fyri Danmark. Sum vera man iðrar havnarmaðurin seg um vónbrotið.
Hetta sigur hann við Danmarks Radio.
- Eg iðri meg at ikki vera sloppin víðari til finaluna. Eg havi fyrireikað meg nógv seinastu mánaðirnar og gjørdi mítt besta fyri Danmark á pallinum. Hinvegin havi eg eitt nýtt lag ávegis, so nú fari eg at hugsavna meg um mínar nýggju útgávur, sigur Rani Petersen, sum framførir undir navninum Reiley, við DR.
26 lond verða í stóru finaluni leygarkvøldið, men fyrsti føroyingurin í Eurovision verður altso ikki millum tey, sum verða á pallinum í Liverpool.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald