Innanlands

Framskundað jólagáva: Barnafamiljur sleppa undan ansingargjaldi í desember og januar

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2025 eru hægri, enn mett varð - hetta fáa nógvir borgarar nú ágóðan av

- Inntøkurnar hjá kommununi eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum tilgóðar við einum munagóðum lætta til hesar, skrivar kommunan, ið annars hevur verið heldur sperd fíggjarliga (Mynd: klaksvik.fo)

- Inntøkurnar hjá kommununi eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum tilgóðar við einum munagóðum lætta til hesar, skrivar kommunan, ið annars hevur verið heldur sperd fíggjarliga (Mynd: klaksvik.fo)

2025-11-06 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommunu hevur verið fíggjarliga sperd seinastu árini, og hetta hevur millum annað havt við sær ávísar sparingar - tað er trýst harðari á bremsuna í ávísum førum.

Men nú eru ábendingar ímóti ljósari tíðum. Í øllum førum hava inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu verið so mikið høgar, at býráðið hevur gjørt av at geva barnafamiljunum eina jólagávu.

- Inntøkurnar hjá kommununi eru hægri, enn mett varð, og býráðið er samt um, at henda meirinntøka skal koma barnafamiljunum tilgóðar við einum munagóðum lætta til hesar.

Soleiðis skrivaði klaksvik.fo fyri løtu síðani.

Hetta merkir, at foreldur at børnum, ið ganga á dagstovni ella í frítíðarskúla, fáa frítt gjald í tveir mánaðir: Í desember og januar.

- Vón okkara er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm, nú jólahøgtíðin eisini nærkast, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Sí eisini: Einki ansingargjald í Vági í desember

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder