Innanlands

Einki ansingargjald í Vági í desembur

Hetta verður jólagávan frá býráðnum til barnafamiljurnar- Ætlanin er, at framyvir skulu tveir mánaðir um árið vera ókeypis

Tað hevur gingið væl hjá Vágs Kommunu í ár, og tað fáa barnafamiljur í Vági skjótt ein ágóða av (Mynd: vagur.fo)

Tað hevur gingið væl hjá Vágs Kommunu í ár, og tað fáa barnafamiljur í Vági skjótt ein ágóða av (Mynd: vagur.fo)

2025-10-28 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingið væl hjá Vágs Kommunu í ár, og tað fáa barnafamiljur í Vági skjótt ein ágóða av.

Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari, í sambandi við at ansingargjaldið fyri desember verður strikað.

Tað merkir, at tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá kommununi fáa eina jólagávu frá býráðnum. Jólagávan er, at tey sleppa frá at rinda ansingargjald seinasta mánaðin av árinum - tá so nógv annað er at gjalda fyri.

Ætlanin hjá Vágs kommunu er eisini, at tað skal vera fast. Og at man bert skal gjalda tíggju mánaðir um árið framyvir.

- Uppskotið hjá Barna-og ungdómsnevndini um, at einki ansingargjald verður kravt í jólamánaðinum, varð samtykt á býráðsfundinum í gjár. Somuleiðis er ætlanin, at juli og desembur verða lagdir sum fastir mánaðir uttan ansingargjald í fíggjarætlanini fyri 2026.

Harafturat bjóðar Vágs Kommuna longu nú ókeypis matarskipan til øll børn á dagstovnaøkinum.

- Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar aftur í ár, og kommunan fer at hava nakrar milliónir krónur meira í inntøkum, enn mett varð frammanundan. Sjálvandi skulu vit verja um hjá foreldrunum, sum hervið fáa ein litlan bata til jólar, eins tey hava fingið í 2023 og 2022. Vit vita jú, at nógv er at gjalda í desembur. Men hettar verður eisini lagt inn í eina fasta legu í fíggjarætlanini fyri 2026. Tað sigur Levi Mørk, formaður í barna-og ungdómsnevndini, sum eisini er varaborgarstjóri hjá Vágs kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder