Innanlands

Ikki fleiri óhapp í hálkuni

Tað er framvegis hált kring landið, men annars eru líkindini hampiliga góð, sigur økisleiðari hjá Landsverki

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2026-01-03 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er hált um alt landið, og Landsverk hevur ávarað um jarðrok í ælunum og heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Tað er rættiliga hált í støðum, men annars eru koyrilíkindini hampiliga góð, sigur Ingi Gudfinsson Olsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Í gjárkvøldið vóru fleiri hálkuóhapp. M.a. fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum, men síðan í gjárkvøldið hevur ikki verið boðað frá nøkrum óhappum, sigur løgreglan.

Fólk hjá Landsverki fóru út at salta og grava klokkan fimm í morgun, og halda tey fram til klokkan 21 í kvøld. Sunnumorgunin verður byrjað klokkan seks.

Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder