2023-02-09 07:20

- Tað er hált um alt landið. Tað er nógv jarðrok í ælunum á Vestmannavegnum, um Hálsin í Sandavági, á Oyndarfjarðarvegnum og báðumegin Norðskálatunnulin. Tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum og á Oyggjarvegnum.
Soleiðis ljóða koyrilíkindini frá Landsverk í morgun.
Umframt hálku er eisini fitt av vindi – á Norðradalsskarði og Ørðaskarði oman fyri 30 metrar um sekundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald