
67 fundir í seinastu tingsetu og 70 í 2023-2024. Annars hevur talið ligið umleið 80 ella væl yvir tað aftur til 2010: Í árunum frá 2010 til 2020 vóru í miðal 89 tingfundir í einum tingári.
Hetta vísa tølini fyri tingfundir seinastu 15 árini, sum Frihedsbrevet hevur hugt uppá. Har verður eisini staðfest, at tað er ikki komið fyri í hesari øldini, at so mikið fáir tingfundir hava verið.
Løgmaður: Sigur ikki alla søguna - hava avgreitt umleið 80 prosent
Spurnartekin kunnu tí setast við: Fær samgongan nóg nógv burturúr? Ella hevur hon bara ov lítið uppá hjarta?
Hesir spurningarnir vóru eisini millum teir mongu, sum Barbara Holm setti Akseli V. Johannesen í parti av poddvarpinum Klubbb33.
Tað kann hoyrast her - við haldi
Her fekk ábyrgdarstjórin og journalisturin á Frihedsbrevet formannin í Javnaðarflokkinum millum annað at fyrihalda seg til, at flokkurin til seinastu veljarakanningini hjá Portalinum aftur fekk ein frammaná.
Men fyrst var tað lutfalsliga lítla talið av tingfundum. Løgmaður vísti hinvegin á, at talið málum, sum eru komin úr landsstýrinum, er áleið tað sama. Og Aksel V. Johannesen heldur ikki, at løgtingið og samgongan sum heild hevur fingið lítið burturúr seinastu smáu trý árini.
- Vit hava avgreitt fleiri stór mál og umleið 80 prosent av teimum,sum vit settu okkum fyri - havi ikki heilt talið men áleið tað. Vil kanska ikki siga at vit eru heilt nøgd, men vit kunnu náa nógv afturat enn.
Sjálvt tað at stytta arbeiðsvikuna, sum var eitt av størstu vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum, trýr Aksel V. Johannesen eitt sindur uppá enn, sigur hann: Also at gongd kann setast á tað í hesum valskeiðnum.
Nógv at prógva
Stytta arbeiðsvikan og støðan við fíggjarliga haldførinum - vantandi yvirskot í góðari tíð - telja av álvara niður hjá samgonguni.
Framsókn stendur eisini eftir sum "tapari" vegna fíggjarligu støðuna, tí eingin tosaði meira um haldføri og skynsaman fíggjarpolitikk áðrenn valið. Og Ruth Vang, forkvinna, er fíggjarmálaráðharri. Tó so ertað Javnaðarflokkurin, sum bløðir nógv mestí løtuni. Hetta kann eisini skyldast innanhýsis óvissum.
Løgmaður vísir á lønarlyft til ávisar bólkar og skattalætti til summi sum "góð og stór mál". Men hetta hevur ikki í nóg stóran mun lættum gerandisdagin hjá Føroya fólki, sum serliga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi "slógu á trummuna fyri" áðrnen valið í 2022.
Tað er eisini trupult hjá Javnaðarformanninum at verja fult og heilt, at samgongan og landsstýrið beinleiðis løgdu seg í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum: Nakað sum man við stórum stavum hevði avtala undafarnu samgongu fyri og sum heild eitt illa handfarið mál við lítlari virðing fyri fakbólkinum.
MVG-frítøka av gerandisvørum er framvegis ikki komin,men løgmaður lovaði í ólavsøkurøðuni, at summar koma undir hesi.
Óvist er, hvussu nógv mál afturat koma ígjøgnum. Nú er eitt stórt ár,til løgtingsval aftur er, og Aksel V.Johannesen og tey hava enn nógv at prógva.
Og tá hava vit enn ikki tosað um stórmálini um Suðuroyartunnil og penjónsaldur umframt ivasama stevið.
Dagført: 20.02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald