Innanlands

Løgmaður sigur seg ikki vera hóttan av kinesarum

Løgmaður sigur við Kringvarpið í kvøld, at hann ikki er hóttur av kinesarum. Men tað sømir seg ikki, at man avdúkar hvat fer fram í samrøðum millum lond. Eingin ætlan er um at seta fútabannið úr gildi

Mette Frederiksen, danskur forsætismálaráðharri og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen, danskur forsætismálaráðharri og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-11 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Berlingske og Danmark Radio siga seg vita fyri vist, at kinesarar hava hótt Føroyar. Allíkavæl stendur fútabannið hjá Kringvarpinum við.

- Hetta snýr seg um at hava álit á føroyska samfelagnum. Tá vit samskifta við oinnur lond, er ikki nakað sum verður lagt út á blik, ikki nakað sum fer alment út fyrr enn man er samdur um eitt ella annað sum skal út til almenningin.

- Tað er tað, sum eg haldi er keðiligt í hesum málinum, og tað er tað sum ikki eigur at koma fyri. Tí havi eg í løtuni ongar ætlanir um at fútabannið skal annulerast, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Kringvarpið, eftir fundin í uttanlandsnevndini í kvøld.

Hann vissaði eisini um, at hann ikki hevði følt seg trýstan av kinesarum. Nakað sum danskir miðlar síðani í gjár hava ført fram, at Føroyar vóru.

- Eg havi ongantíð følt meg presssaðan ella kroystan í hesum málinum. Hvørki tá tað kemur til Huawei ella handilssáttmálar, segði Bárður á Steig Nielsen.

Hoyr samrøðuna sum varð gjørd við løgmann eftir fundin í uttanlandsnevndini í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder