
Í fleiri pørtum av landinum eru vánalig koyrilíkindi.
Landsverk boðar frá, at eru vánalig koyrilíkindir á Vestmannavegnum, á Eiðisvegnum og millum Fjarða.
Tað er ikki koyrandi á Saksunarvegnum og sera ring koyrilíkindir á Tjørnuvíkarvegnum, Elduvíkarvegunum og á Funningsfjarðarvegnum. Gjáarvegurin er stongdur fyri í kvøld.
Vestmanna kommuna kunnar í kvøld eisini fólk um koyrilíkindini í bygdini, og tað verður mælt frá óneyðugari koyring.
Onnur maskinan til kavagrevstur hjá kommununi er óvirkin, og hetta ger tað trupult at kma runt í bygdini. Tí eru ráðini at vit onnur koyra sum minst í býgdini, soleiðis at tað ber maskinførarunum betur til at koma runt. Bilar standa eisini fastir og hettar ger tað uppaftur torførari at grava.
Kommunan heitir tí á fólk um ikki at koyra óneyðugt í bygdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald