Innanlands

Ikki koyrandi á Kunoyarvegnum

Orsøkin er eitt omanlop – Eisini eru koyrilíkindini sera vánalig á Gjárvegnum og Oyndafjarðarvegnum

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-03-27 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá, at tað Í løtuni ikki er koyrandi á Kunoyarvegnum.

Orsøkin er, sambært Útvarpinum, at tað er lopið oman á vegin.

Landsverk boðar eisini frá, at koyrilíkindini eru sera vánalig á Gjáarvegnum og á Oyndafjarðarvegnum. Tað er sera nógv jarðrok.

Landsverk boðar frá, at roknast kann við hálku kring landið.

Roknast kann m.a. við hálku á Kambsdali, Tjørnuvíkarvegnum, Høgareyni, Sandavágshálsi, og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder